Vársins Ljóð Songtext
Songtext powered by LyricFind
Tú heldur, at summarið koma skal
við blómum í bakka og ból
men fyrst má eg syngja tær sólina fram
at skína um heygar og hól.
Eg andi lív í ein sóljukopp
hygg, hvussu hann brettir sær á
men fyrst má eg bræða tær kavan burt
so fram vinna dái og strá.
Eg sigi við ánna og kelduvað
at nú verður summarið skjótt
í lofti skal hoyrast kátt fuglakvað
av snípu og stara og lógv.
Og hagin skal klæðast í summarskrúð
har tjøldrini reiða sær ból
um dimmið skal sólin sær søkja búð
og lita tær havið sum glóð.
Eg gevi tær sóljur og smærubrá
tann gávan man falla tær væl
og børnini fáa ein berjadag
við ljósi og kátasta lag.
Eg finni fram frægastu loynimið
og tey skulu børnini fá
tá vár okkum gistir eitt annað ár
eg veit, at tú gleðast man tá.
Songtext powered by LyricFind